Hans Andreasen, íð eina tíð hevði verið lærari í Havnar skúla, varð í 1935 settur at unirvísa á Eiði.
1843-1852
Cristian Jacobsen úr Søldarfirði verður settur sum lærari á Eiði í 1843. Hann fer í 1852 til Danmarkar av tí at hann fekk frípláss á Jonstrup Seminarium. Eiðis kirkjusøkn kom aftaná at ligjja skúlaleys í umleið 20 ár.
1871
1. juni 1871 verður Grækaris Joensen (1835-1897) fyribils
settur sum lærari á Eiði. Grækaris Joensen var fyrsti næmingur,
ið tók læraraprógv í Føroyum, og fyrsti lærari við læraraprógvi,
ið hevur fingið læraraembæti her. Foreldur hansara vóru Jógvan
Joensen, óðalsbóndi, og Marin Malena, bæði av Eiði.
1877
16. juni 1877 verður Grækaris Joensen
settur í føstum starvi sum lærari á Eiði.
1896
Á fundi 24. juni 1896 fær kommunustýrið
at vita, at statskassin hevur játtað 1400,- kr. "til hjælp
ved opførelse af en skolebygning ved Nordskaale".
1897
Niles Østerø (1878-1902) verður
settur sum lærari á Eiði. Hann var sonur Absalon Guttormsen,
lærara og kongsbónda á Trøllanesi.
1901
Johannes Hans Petersen (1874-1930)
verður settur sum fyribilslærari frá 1. juli 1901 til 30. september
1902. Hann var sonur Hans Peter Heinesen, bónda, og Elisabeth,
fødd Olsen, í Svínoy.
1902
Johannes Hans Petersen verður settur
í føstum starvi á Eiði.
1913
Norðskálakonan E.B. Hansen verður
sett sum ólærd lærarinna í Sundalagnum.
1914
Valborg Simonsen (1889-1967) verður
sett sum lærarinna á Eiði. Hon var dóttir Johan Michal, kongsbónda,
og Elisabeth Johannu Simunsen, Velbastað.
1915
Theodor Dahl (1884-1920) verður
settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla Hans Dahl
úr Dali og Onnu, úr Funningi.
1915
Í 1915 samtykkir
kommunustýrið at byggja trimpul upp á skúlan, har lærarin skal
hava sína íbúð. Niðriundir skulu tvær skúlastovur gerast. Umbyggingin
verður í 1916 fyribils útsett orsakað av heimsbardaganum. Trimpul
kom ongantíð á skúlan.
1921
Pól í Jógvanstovu (1896-1933) verður
settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla og Onnu
Lísbittu í Jógvanstovu.
1921
1. oktober 1921
samtykkir kommunustýrið at stovna eitt nýtt lærarastarv í Eiðis
kommunu. Í nýggja starvið varð Maria Hansen úr Leynum sett.
Hon kom at virka í skúlanum á Oyri og við Norðskála.
1931
Skúlamøguleikarnir hjá børnunum
við Ljósá vóru ikki góðir. Valborg Simonsen koma av og á suður,
og onkur gekk eina tíð á Eiði og búði har norðuri. Men í 1931
kom ein ferðalæraraskipan, sum varð samtykt av kommunustýrinum
24. september 1931. Fyrsti lærarin, sum kom at virka eftir
hesi skipan, var Jacob M. Kjeld (1901-?). Hann var ferðalærari
við Ljósá og á Langasandi.
1933
Í 1933 verður skrivað í gerðabókina
hjá kommunustýrinum, at skúlastjórnin hevur góðkent, at Anthon
Ellingsgaard hevur undirvísing í navigatión í kvøldskúlanum
á Eiði.
1934
1. januar 1934 tók Andrias Thomsen
(1900-, ættaður úr Norðragøtu, við sum fyrstilærari á Eiði
1944
Jóhan Kallsoy verður settur sum
fyrstilærari á Eiði.
1957
16. oktober 1957 stendur at lesa
í gerðabókini: "Kommunustýrið hevur samtykt at fara undir
at byggja nýggjan skúla, og eru tekningar til skúlan góðkendar
og studningur játtaður".
1962
Í 1962 samtykti
kommunustýrið at leiga losjuna "Statt fast" við
Ljósá til at hava skúla í, meðan nýggi skúlin var í gerð.
1963
Í 1963 samtykti kommunustýrið at
taka við einum tilboði frá Hans Háfjall í Klaksvík um at byggja
skúlan fyri kr. 479.000,-.
1964
Heini Nygaard verður settur sum fyrstilærari.
Heini var føddur og uppvaksin í Fuglafirði. Mamma hansara var
av Eiði, dóttir Heina Nygaard keypmann.
1972
Gamli skúlin
á skúlavegnum varð lýstur til sølu í 1972. Eivind Ellingsgaard
keypti hann og nýtti meginpartin av tilfarinum til sethús úti
á Bø.
1973
Eiðis kommuna hevði samtykt
at vera við í byggingina av felagsskúla á Oyrarbakka.
1975
Í 1975 varð umsókn send landsstýrinum
og skúlastjórnini um at byggja upp í skúlan á Eiði.
1995
1. august 1995 verður Símun Abrahamsen
settur sum fyrstilærari á Eiði.
1998
1. august 1998 verður Vagn Foldbo settur
sum fyrstilærari á Eiði.
1999
Á vetri 1999 varð spakin settur í jørðina
til at útbyggja skúlan og byggja ítróttarhøll.
2004
1. mai verður Tom Joensen settur sum
fyrstilærari á Eiði.